Johan Dahl gevst í politikki, tá valskeiðið er av

Johan Dahl gevst í politikki, tá valskeiðið er av
- Tá ið hetta valskeiðið er av, havi eg vónandi eisini gjørt tað, eg skal í politikki og í Sambandsflokkinum, sigur Johan Dahl
Tá hetta valskeiðið er av, gevst Johan Dahl í politikki

16.04.2012 - 16:42

Ein av profilunum í Sambandsflokkinum, Johan Dahl, hevur avgjørt, at hann ikki stillar uppaftur, tá hetta valskeiðið er av. Tað váttar Johan Dahl fyri Sosialinum.

Við blaðið sigur hann, at tað ongan týdning hevur, júst nær næsta løgtingsvalið verður. Avgerðin er tikin, og hann stillar ikki uppaftur, um so løgtingsval skuldi verið í næstum ella um tað verður, tá hetta valskeiðið er úti í 2015.

Hevur fyrr umhugsað at gevast

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Johan Dahl hevur spælt sær við tankan um at gevast í politikki. Til løgtingsvalið í oktober 2011, umhugsaði hann somuleiðis, hvørt hann skuldi taka seg úr politikki.

TaJohan Dahl valdi kortini at taka eitt tørn afturat, millum annað fyri at halda fram og royna og fáa arbeiðir liðug, sum hann hevur verið við til at stinga út í kortið sum politikari, sigur hann við Sosialin.

- Eg føli, at tá hetta valskeiðið er av, havi eg vónandi gjørt tað, eg skal í politikki og í Sambandsflokkinum, sigur hann við blaðið. Johan Dahl kom í politik í 2002 og hevur verið løgtingsmaður og landsstýrismaður síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977