- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lundin fyribils friðaður í Mykinesi

Fleygingarstengurnar verða ikki tiknar fram í Mykinesi hetta summarið. Í øllum førum ikki til árligu lundaveiðuna. Tað kom fram, tá grannastevna varð hildin í Mykinesi í juli mánað.

Bygdafólkini í Mykinesi komu, saman við sýslumanninum fyri miðøkið, ásamt um, at eingin lundi skal fleygast í oynni hetta summarið. Avgjørt var somuleiðis, at lundin í framtíðini skal friðast eitt ár í senn, tá ein nýggj meting skal gerast.

Samstundis varð eisini avgjørt, at greiða skal fáast á, hví stovnurin av lunda í Mykinesi er minkaður so nógv tey seinnu árini. Nakrir fáir fuglar skulu takast og sendast einum fuglafrøðingi.

ónað verður, at fuglafrøðingurin skal fáa greiðu á, hví lundastovnurin í Mykinesi er minkaður so ógvusliga tey seinnu árini. Kemur fuglafrøðingurin til eina niðurstøðu, verður tað eisini tikið við í metingina um friðing.