Húsa kommuna samtykt kommunusamanlegging

Húsa kommuna samtykt kommunusamanlegging
Tveir bygdarráðslimir í kommunustýrinum atkvøddu fyri at leggja saman við Klaksvíkar kommunu, og ein atkvøddi ímóti
Ein meiriluti í Húsa kommunu samtytki í gjárkvøldið at leggja saman við Klaksvíkar kommunu á nýggjárinum.

09.10.2012 - 09:28

Bygdarráðið í Húsa kommunu samtykti í gjárkvøldið, at kommunan leggur saman við Klaksvíkar kommunu 1. januar næsta ár. Tveir bygdarráðslimir atkvøddu fyri og ein ímóti sáttmálanum millum tær báðar kommunurnar.

Kristian Hansen, borgarstjóri í Húsa kommunu, sigur við Útvarpið, at hesin sáttmálin líkist nógv sáttmálanum, sum Klaksvíkar kommuna gjørdi við Mikladals kommunu og Svínoyar kommunu, tá tær fyri nøkrum árum síðani fóru upp í Klaksvíkar kommunu. Uppskotið hevur verið til góðkenningar í Innlendismálaráðnum.

Ímóti samanlegging á fólkaatkvøðu

Tá fólkaatkvøðan var í kommununum fyrr í ár, atkvøddi ein greiður meiriluti í Húsa ommunu ímóti samanlegging.

Óvanliga stórur áhugi var fyri bygdarráðsfundinum í gjárkvøldið. Vanliga eru fundirnir á skrivstovuni hjá kommununi, men í gjárkvøldið varð neyðugt at flyta fundin í skúlan á Húsum, og skúlastovan í bygdini var fullsett, frættir Útvarpið vit av Húsum.

Í kvøld fer hin parturin, Klaksvíkar býráð, at taka støðu til sáttmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424