Annette og Holger K. nýggir ráðharrar

Annette og Holger K. nýggir ráðharrar
Nýggja forkvinnan í SF, Annette Vilhelmsen, verður vinnumálaráðharri, og Holger K. Nielsen verður skattamálaráðharri
Annette Vilhelmsen og Holger K. Nielsen eru nýggir ráðharrar í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt.

16.10.2012 - 11:33

Tveir nýgir ráðharrar hava tikið sæti í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra.

Fyrrapartin vóru Anne Vilhelmsen, nýggja forkvinnan í SF, og Holger K. Nielsen hjá drotningini á Amalienborg. Annette Vilhelmsen verður nýggjur vakstrar- og vinnumálaráðharri. Hon tekur við eftir Ole Sohn, sum fer úr stjórnini.

Holger K. Nielsen verður nýggjur skattamálaráðharri eftir Tor Møger Pedersen, sum eisini fer úr stjórnini.

Hevur sett nýtt lið

Tað varð longu greitt eftir formansvalið í SF leygardagin, at nýggja forkvinnan fór at manna eitt øðrvísi lið. Ole Sohn boðaði fríggjadagin frá, at hann fór at leggja frá sær sum ráðharri, og at hann gevst í politikki, tá hetta valskeiðið er av.

Tí varð beinan vegin gitt, at Annette Vilhelmsen fór at gerast nýggju vakstrar- og vinnumálaráðharri. Hon hevur m.a. verið framsøgukvinna í vinnumálum í fólkatinginum. Hinvegin var tað eitt sindur óvæntað, at Holger K. Nielsen skuldi avloysa Tor Møger Pedersen.

Sum skilst er hann vorðin høgra hond hjá nýggju forkvinnuni í SF, tí hann hevur seinastu dagarnar verið við til samráðingarnar við hinar báðar stjórnarflokkarnar saman við Annette Vilhelmsen. Holger K. Nielsen var formaður í SF í 14 ár, til Villy Søvndal tók við í 2005. Hetta er fyrstu ferð, at Holger K. Nielsen verður ráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418