- Tíðindi, mentan og ítróttur
Røktarheimið í Vestmanna tikið í nýtslu

Tað hevur drigið út at fáa nýggja røktarheimið í Vestmanna liðugt, men nú verður tað tikið í nýtslu.

Leygardagin ber til hjá almenninginum at síggja heimið, sum stendur á Grønanesi, og fyrstu búfólkini flyta inn týsdagin.

Innflytingin verður skipað soleiðis, at fyrstu sjey búfólkini, sum øll búgva á Eldrasambýlinum í Vestmanna, flyta á røktarheimið týsdagin 4. desember. Hini flyta tær næstu vikurnar, og ætlanin er, at øll skulu verða flutt í heimið fyri jól, sigur Vestmanna kommuna.

Pláss er fyri 24 fólkum á røktarheiminum í Vestmanna. Fýra búrúm verða nýtt til umlættingarpláss.