- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leigubústaðir sleppa undan meirvirðisgjaldi

Meirvirðisgjaldið verður nú strikað, tá leigubústaðir verða bygdir.

Tað ætlar Fíggjarmálaráðið, sum hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar um at broyta lógina um meirvirðisgjald. Lógin skal virka frá 1.januar í ár, tí nakrar byggiverkætlanir hjá nýggja Bústaðafelagnum, Bústaðir, eru longu farnar í gongd.

Tí skal meirvirðisgjaldið fyri hesa byggingina eisini endurgjaldast. Lógarbroytingin verður tó bara galdandi í fýra ár, til og við 2015. Hetta er gjørt fyri at seta gongd á byggingina sum skjótast, sigur Fíggjarmálaráðið.

Skal verða liðugt í 2020

Treytin fyri at fáa meirvirðisgjaldið aftur frá landinum er, at byggingin skal vera liðug í seinasta lagi nýggjársaftan í 2020. Fyri at fáa meirvirðisgjaldið aftur, skulu minst tríggir leigubústaðir vera í hvørjari byggiætlan. Og minst ein av trimum íbúðum skal vera atkomilig og nýtilig hjá fólki í koyristóli.

Lógarbroytingin verður eisini galdandi fyri lestrarbústaðir. Endamálið við uppskotinum er at javnseta eigarabústaðir og leigubústaðir. Lógarbroytingin er mett at kosta landskassanum 16 mió. kr. um árið, sigur Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið sigur, at verður broytingin ikki samtykt, verður minni bygt.

Kreativar loysnir

Nakrir leigubústaðir høvdu allarhelst verið bygdir við heldur kreativum loysnum, har kommunurnar í fyrstu atløgu standa fyri byggiverkætlanunum og fáa 75 prosent av inngangandi meirvirðisgjaldinum afturgoldin úr landskassanum.

Fíggjarmálaráðið hevur mælt frá slíkum loysnum, tí hetta var ikki ætlanin við skipanini, har kommunurnar fáa 75 prosent av inngangandi meirvirðisgjaldinum afturgoldin úr landskassanum.

Samstundis er ætlanin hjá Fíggjarmálaráðnum at leingja ásetingina, sum frítekur íløgur í ikki-vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi fyri meirvirðisgjald, til 31.desember 2015. Hon fer annars úr gildi 31.desember í ár.