Nú verður spakin settur í

Nú verður spakin settur í
Mánadagin verður spakin settur í til at byggja skúlan í Marknagili í Havn
 
09.04.2013 - 19:42

Tað verður Bjørn Kalsø, landsstýrismaðir í mentamálum, sum loysir fyrsta flagið. Marknagilsdepilin skal eftir ætlan skal vera liðugur á sumri í 2016.

Á hátíðarhaldinum, sum byrjar klokkan 15 seinnapartin mánadagin, fer Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, at bjóða vælkomin. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, setir síðani spakan í.

Eftir tað heldur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, røðu. Síðani verður ábit í skúlaheiminum, har arkitekturin, Bjarke Ingel, fer at greiða frá verkætlanini við skúladeplinum.

Væl dýrari enn ætlað

Marknagilsdepilin fer at kosta 515 milliónir krónur, tá er innbúgvið íroknað. Skúlin gerst væl dýrari enn upprunaliga mett. Hann skuldi kosta 391 milliónir krónur, men tilboðini vóru nógv hægri.

Landsverk skarvaði síðani meira enn 90 milliónir av verkætlanini, og haraftrat noyddist landsstýrismaðurin í Løgtingið at biða um 64 milliónir aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860