Ongin heilivágur í alilaksinum

Ongin heilivágur í alilaksinum
Ongar leivdir av heilivági eru at finna í føroyskum alilaksi, og sera lítið er av tungmetallum og eiturevnum í alifiskinum
 
18.04.2013 - 09:05

Tað vísa kanningar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt av føroyskum alilaksi í fjør og heilt aftur til 2001. Gjørdar vóru 452 kanningar av alilaksi í fjør, skrivar heimasíðan hjá Starvsstovuni.

Úrslitini vísa, at onki antibiotika ella leivdir av evnum móti laksalús er at finna í alilaksinum. Onki hevur verið at funnið av slíkum evnum í laksinum øll árini frá 2001, tá Føroyar í ES-avtalu bundu seg til at gera slíkar kanningar.

Kanningarnar vísa eisini, at tað eru lítlar nøgdir av kyksilvri, kadmium og blýggi í alifiskinum. Og nøgdirnar av lívrunnum evnum, so sum PCB og dioksin vóru eisini lágar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514