- Tíðindi, mentan og ítróttur
Obama ger enn eina roynd at steingja Guantanamo

Hann hevur gjørt eina roynd fyrr, og nú ætlar hann sær at gera enn eina roynd. Amerikanski forsetin, Barack Obama, fer nú aftur at gera eina roynd at fáa flutt fangarnar úr Guantanamo, so fangalegan kann steingjast.

Tá Barack Obama varð valdur til forseta í USA í 2009, var eitt av vallyftunum júst eitt lyfti um, at hann fór at royna at fáa stongt nógv umrøddu fangaleguna í Guantanamo, ið er í landsynningspartinum í Kuba.

Tað eydnaðist kortini ikki Barack Obama at halda vallyftið, sum hann gav veljarum sínum undan valinum. Mótstøðan frá øðrum politikarum var so mikið stór, at ætlanin mátti sleppast og datt tískil niður fyri.

USA fingið nógvar ákoyringar fyri fangaleguna

Líka síðani Guantanamo-fangalegan lat upp í 2002, eftir at USA hevði hevði lýst kríggj móti yvirgangsfelagsskapinum Al Qaeda, hevur USA verið fyri ógvusligum ákoyringum frá heimssamfelagnum.

Men, tað er ikki bert uttan fyri veggirnar í Guantanamo, at mótstøðan hevur verið stór - eisini innanveggja er mótstøðan stór. Í løtuni svølta umleið 100 fangar. Tað eru umleið tveir triðingar av øllum fangunum, ið sita í hernaðarliga fongslinum.

Amerikanska fólkið er ósamt í spurninginum, hvørt Guantanamo-fangalegan eigur at latast aftur. Meðan summi finnast at viðurskiftunum, eru onnur, ið stúra fyri, hvar fangarnir so skulu sita, skriva tíðindastovurnar Ritzau og AFP.