- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvalba fær ikki brimendurgjald

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum, og mæla frá at samtykkja tað. Kristin Michelsen,Sirið Stenberg, Janus Rein og Poul Michelsen hava skotið upp, at Hvalbiar kommuna fær 1,4 milliónir kr. til umvælingina.

Meirilutin í fíggjarnevndini vísir á, at slík mál eiga ikki at verða játtað í vanligari lóg, men heldur á fíggjarlógini, og verður hetta uppskotið samtykt, fer tað at skapa grundarlag fyri, at aðrar umsóknir koma.

Men meirilutin ásannar, at tað er óheppið, at tingið og landsstýrið gera mun á kommunum, tá talan er um tilburðir, sum ger skaða á ognir hjá kommununum.

Fyribyrgja fleiri skaðar

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini siga, at kanska eigur landsstýrismaðurin í kommunumálum at samráðst við kommunufeløgini um at seta á stovn eina kommunalan vanlukkugrunn.

Minnilutin, umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, mælir til at samtykkja uppskotið. Minnilutin sigur, at til tess at fyribyrgja, at slíkar støður taka seg upp seinni, eiga landsstýrismaðurin saman við kommununum og tryggingarfeløgunum nágreina, nær talan er um undantaksstøðu, og síðani greina ábyrgdarbýtið millum partarnar.

Í eini roynd at finna semju í málinum, skjóta Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í fíggjarnevndini upp at lækka stuðulsupphæddina úr 1,4 milliónum krónum niður í 930.000 kr.