Portalurin er nú seldur

Portalurin er nú seldur
Knassar hava keypt portal.fo frá Føroya Tele. Feløg bjóðaðu upp á Portalin, og Knassar endaðu við hægsta boðnum.
Knassar hava keypt portal.fo frá Føroya Tele.
 
05.07.2013 - 17:45

Portalurin, sum Føroya Tele hevur átt, er nú seldur Knassum.

Portalurin var fyrsti føroyski tíðindamiðilin, sum burturav virkaði á netinum. Fyrstu tíðindini vóru løgd út í mars 2000, og sostatt hevur Føroya Tele átt Portalin í góð 13 ár. Endamálið var í fyrstu atløgu at venja føroyingar við at nýta internetið, og Portalurin var í nógv ár inngongdin hjá føroyingum til netið.

Tíðindini hava verið høvuðstátturin í Portalinum, og føroyingar úti og heima hava vant seg við, at Portalurin er staðið, har tú kunnar teg um, hvat fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin hevur staðið fyri og havt ábyrgdina av tíðindunum á Portalinum. Umframt tíðindi eru aðrar tænastur at finna á Portalinum, eitt nú leiting, veðrið, vevmyndir, nummar.fo, torg.fo og annað.

Ásannandi, at tíðindaflutningur ikki er eitt kjarnuøki hjá Føroya Tele, hevur Føroya Tele fleiri ferðir gjørt greitt, at Portalurin var til sølu. Í einari tilgongd, sum byrjaði í apríl, har tænastan at veita tíðindi til Portalin varð boðin út, komu tilboð inn at keypa Portalin, og tí varð útbjóðingin broytt til eina sølutilgongd.

Í sølutilgongdini hava partar givið ítøkilig boð. Í hesum sambandi hevur Føroya Tele havt tvey fyrilit. Í fyrstu atløgu hevur leiðslan á Føroya Tele vegna eigaran skyldu til at fáa so góðan prís fyri síni aktiv sum gjørligt. Og í øðrum lagi skulu tey, sum bjóða, hava javnbjóðis treytir og umstøður at bjóða.

Hendan tilgongd er nú endað við, at Knassar standa eftir við tí hægsta boðnum og eru tískil nýggir eigarar av Portalinum.  Knassar eru føroysk KT-fyritøka, sum mennir skipanir og tænastur til internetið, og harumframt hevur felagið ment lýsingamiðilin Vevlýsingar.

Føroya Tele takkar Sosialinum fyri gott samstarv og hegni at røkja tíðindapartin á Portalinum. Samstundis verður ynskt Knassum góða eydnu við Portalinum frameftir.

Føroya Tele hevur ikki upplýst nakran keypsprís, men hevur fyrr sagt, at portalurin bleiv ikki seldur fyri minni enn 5 milliónir krónur.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887