Pál Joensen danskur meistari í 200 frí svimjing

Pál Joensen danskur meistari í 200 frí svimjing
Pál Joensen vann í dag sítt triðja gullheiðursmerkia donsku meistarastevnuni
Pál Joensen vann aftur í dag DM-gull
 
06.07.2013 - 21:45

Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær enn eitt dansk meistaraheiti, tá ið hann í finaluni í 200 metra frísvimjing svam teinin upp á 1:50.63, framman fyri silvurvinnaran, Daniel Skaaning, á 1:50.85. Nummar trý bleiv Sebastian Ovesen, sum svam teinin upp á 1:53.50.

Tað var annars Skaaning sum legði harðast út. Hann lá eitt hálvt sekund ella hálva kroppslongd framman fyri Pál eftir 100 og 150 metar, men Pál kom so aftur síðstu metrarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. juni
Morgunlestur mánadagur 3. juni 2024
175853
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974

Meira um sama evni