Leita eftir fornum trøum í Føroyum

Leita eftir fornum trøum í Føroyum
Í summar hava fýra fólk frá lærda háskúlanum í Wien og náttúrugripasavninum í Stokkhólmi gjørt kanningar av fornum plantuleivdum í Føroyum
Væl nøgdir granskarar, tá onkrar spennandi plantuleivdir verða funnar í leirlindunum millum basaltfláirnar. Úr vinstru: Guido Grimm, Christian Pott og Friðgeir Grímsson.
 
12.07.2013 - 13:45

Endamálið við kanningunum er at lýsa plantuumhvørvið, sum var á Norðuratlantsmótinum fyri góðum 55 milliónum árum síðani, skrivar Jarðfeingi í tíðindabrævi.

- Roynt verður at greina, hvussu gróðurin mentist og spjaddist her um leiðir. Í hesum sambandi hava Føroyar ligið landafrøðiliga í eini lyklastøðu á eini “landbrúgv” millum Norðuramerika/Grønland og Evropa, verður sagt í tíðindabrævinum.

Saman við fólki av Jarðfeingi hava vísindafólkini hugt at kolalindini og millum basaltfláirnar í Suðuroy, Gásadali, Tindhólmi og Mykinesi. Millum annað hava tey vitjað nýggja kolanámið hjá hvalbingum í Prestfjalli.

Steinrenningar í Mykinesi
Í Mykinesi eru knapt tveyhundrað steinrenningar funnar í einum øki á 5 ferðmetrum. Talan er um træleivdir so sum bløð, nálir, greinar og konglar. Millum steinrenningarnar eru fleiri sløg av trøum, sum ikki hava verið skrásett í Føroyum fyrr.

Leiðarin av verkætlanini, íslendingurin, Friðgeir Grímsson, letur væl at tí, sum er funnið higartil. Næsta stigi verður at leita eftir blómusáði (pollen) í leirmolum, sum fara at geva eina gjølligari mynd av gróðrinum og umhvørvinum sum heild her á leiðini tá í tíðini, og fer vónandi eisini varpa ljós á, hvussu gróðurin hevur ment seg og fjølgast millum heimspartarnar fram gjøgnum jarðfrøðiliga tíð.

Steinrenningarnar eru avmyndaðar á Fornminnissavninum og eru í varðveitslu á Jarðfeingi.
Komandi ár verða líknandi kanningar gjørdar í Diskofjørðinum í Vesturgrønlandi, og síðani verða tey fyrstu úrslitini frá kanningunum almannakunngjørd í vísindaligum tíðarritum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763