Fleiri serføroysk ross

Fleiri serføroysk ross
Í einari roynd at økja um talið av serføroysku rossunum, fer Felagið Føroysk Ross nú undir verkætlanina Summer of Love
Nú skal talid á føroyskum rossum økjast.
 
14.07.2013 - 23:00

Serføroysku rossini eru egin rasa og er ikki blandað ella í ætt við onnur rossasløg. Fyri 200 árum síðani vóru heili 800 serføroysk ross, men talið er minkað støðugt síðani, og nú eru bara 68 eftir.

 

Fleiri serføroysk ross

Men vit skulu hava fleiri serføroysk ross. Á fýra plássum kring landið - tað er í Norðragøtu, Syðrugøtu, Signabø og á Kambsdali - skal kærleikin millum rossini blóma undir neyvum fakligum eftirliti, sigur Felagið Føroysk Ross.

Verkætlanin snýr seg um eina skipaða og miðvísa aling av føroyska rossinum, sum skal skunda undir nøringina og vøksturin av stovninum, sigur Hans Petersen, sum samskipar verkætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401