Fútarætturin biðin at koyra Johan Dalsgaard úr Fámará

Fútarætturin biðin at koyra Johan Dalsgaard úr Fámará
Búnaðarstovan heitti í gjár á Fútarættin at fáa Johan Dalsgaard, Rúna Jacobsen og onnur, sum møguliga eru har, úr sethúsunum í Fámara og av festinum. Og tey skulu taka við sær allar ognir og øll djór
Búnaðarstovan hevur nú heitt á Fútarættin at fáa Johan Dalsgaard við húski á dyr.
 
19.07.2013 - 14:00

Í áheitanini á Fútarættin stendur, at teir báðir vilja ikki flyta við góðum, so tí biður Búnaðarstovan Fútarættin um hjálp at fáa teir úr húsunum og av festinum.

 

Fingu freist til 15. juli

10. juni gav Búnaðarstovan Johan Dalsgaard og Rúna Jacobsen freist til 15.juli at fara úr Fámara. Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Búnaðarstovuni. Hin 16.juli var Búnaðarstovan á festivitjan í Fámara, og fekk tá staðfest, at Johan Dalsgaard ætlar sær ikki at fara sjálvboðin av festinum. Tí er Fútarætturin biðin um hjálp.

Fær Búnaðarstovan viðhald í Fútarættinum, kann Fútarætturin heita á politiið at hjálpa sær við at fremja úrskurðin hjá Fútarættinum, vilja fólkini framvegis ikki flyta úr Fámara.

Sambært Fólkayvirlitinum eru Johan Dalsgaard og Rúni Jacobsen skrásettir at búgva í Fámara EITT í Vági.

 

Umfatar eisini Rakul Dalsgaard

Sambært áheitanini á Fútarættin hevur Búnaðarstovan varhugan av, at Rakul Dalsgaard eisini býr í Fámara, men hennara skrásetti bústaður er tó aðrastaðni. Áheitanin á Fútarættin umfatar tí eisini hana.

Fútarætturin hevur ikki enn ásett fund um málið. Og fyrrapartin bar ikki til at fáa at vita har, nær Fútarætturin viðger málið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744