Gjøgnumbrot í gransking í down-syndromi

Gjøgnumbrot í gransking í down-syndromi
Tað eyka kromosomið, sum fólk við down syndromi eru fødd við, kann sløkkjast. Tað vísir nýggj kanning, ið granskarar á universitetinum í Massachussets hava gjørt
 
19.07.2013 - 11:30

Vanligt eru menniskju fødd við 23 pørum av kromosomum, sum geva 46 kromosom í hvørjari kyknu. Fólk við Down syndromi hava trý kromosom í staðin fyri tvey í hvørjum pari.


Og tað er júst eyka kromosomið, sum tað hevur eydnast granskarum at gera óvirkið. Eyka kromosomið ávirkar innlæringsevni, og førir við sær sjúkueyðkenni sum alzheimers, blóðsjúkur og hjartabrek.

Granskarliðið meinar, at menniskju við Down syndromi hava kognitivar trypulleikar, tí heilakyknurnar mennast seint orsakað av tí eyka kromisominum.

Granskingin var gjørd við at seta eina ílegu, sum verður nevnd XIST, í eina upprunakyknu frá einum fólki við Down syndromi. Ílegan villleiðir kromosomini í kyknuni og megnar at sløkkja eyka kromosomið.

Granskingarúrslitini verða ikki førd út í lívið enn, tí fleiri granskingar mugu til, áðrenn hetta verður roynt á menniskjum við down syndromi.

Kelda: Politiken

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831