Sjónvarpið sendir beinleiðis frá Pál Joensen

Sjónvarpið sendir beinleiðis frá Pál Joensen
Umleið kl. 18.30 í kvøld svimur Pál Joensen HM-finaluna á 800 metrum í Barselona. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá finaluni
Sjónvarpið sendir beinleiðis frá HM-finaluni á 800 metrum í kvøld kl. 18.30, har Pál Joensen er við.
 
31.07.2013 - 11:12

Pál Joensen svam seg í gjár í HM-finaluna á 800 metrum í svimjikapping í Barselona í Spania.

34 svimjarar vóru við í kappingini, og 8 svumu seg í finaluna. Pál Joensen hevði sættu bestu tíðina, og var einasti norðurlendingurin, ið svam seg í finaluna. Ein annar evropeari svam seg í finaluna, ein italiumaður.

Ætlandi verður sjálv finalan svomin umleið kl. 18.30 í kvøld, og Sjónvarpið byrjar at senda beinleiðis kl. 18.25, og til finaluúrslitið er greitt.

Føroyskur viðmerkari verður í sjónvarpsstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858