Kristin Michelsen heldur ikki tikið støðu í tunnilsmálinum

Kristin Michelsen heldur ikki tikið støðu í tunnilsmálinum
Tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum er við í viðgerðini í rættarnevndini, men enn er ikki greitt, hvussu hann fer at atkvøða
Kristin Michelsen hevur eins og partamaðurin, Gerhard Lognberg, ikki tikið støðu til, hvussu hann fer atkvøða, tá tunnilsuppskotini koma aftur úr nevnd
 
24.08.2013 - 18:17

Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur enn ikki tikið støðu, hvørjum tunnilsuppskoti hann fer at atkvøða fyri. Tað váttar hann fyri útvarpinum í dag.

Kristin Michelsen hevur sostatt ikki lovað Javnaðarflokkinum, at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum, sum formaðurin, Aksel V. Johannesen, og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hava lagt fyri tingið.

Kristin Michelsen sigur í viðmerking við útvarpið, at hann er við í viðgerðini í rættarnevndini, og enn er ikki greitt, hvussu hann fer at atkvøða.

Hevur einki tilboð fingið

- Eg havi í øllum førum ikki fingið eitt eins gott tilboð og tingmenninir í Sandoynni, sum hava fingið boðið 150 milliónir krónur. Eg taki atlit at Suðuroynni í hesum málinum. Eg krevji einki. Tað má vera samgongan, sum skal bjóða mær okkurt fyri mína atkvøðu, sigur Kristin Michelsen.

Hann sipar til Hvalbiartunnilin, sum eftir hansara tykki hevur ikki verið raðfestur nóg høgt.

- Eg havi enn ikki gjørt av, hvussu eg fari at atkvøða, men mín atkvøða fer at taka atlit at Suðuroynni, sigur Kristin Michelsen.

Ikki heitur fyri Skálafjarðartunli

Hann sigur, at sum heild er hann ikki serliga heitur fyri einum Skálafjarðartunli, men tekur undir við einum Sandoyartunli.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, segði í gjár, at ert tú sum tingfólk við Javnaðarflokkinum í hesum málinum, er tú eisini í Javnaðarflokkinum.

Sostatt er greitt, at hvørki Gerhard Lognberg ella Kristin Michelsen hava tikið støðu, hvussu teir fara at atkvøða, tá tunnilsuppskotini koma til 2. viðgerð. Teir hava í øllum førum báðir staðfest, at samgongan kann fáa teir í sín part, tá trýstast skal á reyða og grøna knøttin í løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590