Innlendismálaráðið niðurlagt - onnur ráð umsita málsøkini

Innlendismálaráðið niðurlagt - onnur ráð umsita málsøkini
Løgmansskrivstovan fer at umsita løgmál, og kommunumál verða løgd undir Almannamálaráðið
 
13.09.2013 - 09:47

Innlendismálaráðið verður niðurlagt, og økini, sum hetta aðalráðið hevur umsitið, verða løgd til onnur stjórnarráð at fyrisita.

Tað kunnger Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fyri løtu síðani.

Fyrisitingin av málsøkjunum verður broytt soleiðis: Løgmál og lógareftirlit fara til Løgmansskrivstovuna, útlendingamál og ferðslumál fara til Vinnumálaráðið, kommunumál fara til Almannamálaráðið, undirstøðukervismál fara til Fíggjarmálaráðið, umhvørvismál fara til Fiskimálaráðið og familjurættarmál fara til Heilsumálaráðið.

Starvsfólkini í Innlendismálaráðnum verða í høvuðsheitum flutt samsvarandi flytingunum av málsøkjum, stendur í fráboðanini frá løgmanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552