íslendingar eta mest fisk

íslendingar eta mest fisk
Í meðal etur hvør íslendingur 88 kilo av fiski um árið, samanborið við, at øll fólk í heiminum eta í miðal 18,5 kilo av fiski. Tað stendur í eini frágreiðin frá Íslandsbanka.
 
24.09.2013 - 09:46

Portugal er næstovast í listanum, - har etur hvør íbúgvi í miðal 61 kilo av fiski, í Japan 57 kilo og í Suðurkorea 56 kilo. Norðmenn eta í miðal 51 kilo av fiski um árið. 13 tey ovastu londini á listanum eru øll europeisk lond.

Á listanum yvir fiskivinnutjóðir, er Ísland á seytjanda plássi, meðan Kina, Peru og Indonesia eru ovast, saman við USA og Ruslandi.

Av europeisku londunum er Ísland næststørsta fiskivinnutjóð. Bert Rusland er størri. Noreg er nummar tíggju í heiminum, stendur í frágreiðingini.

Saman við Íslandi og Noregi, er Spania einasta land í Evropa, sum er á heims-topp-20 listanum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV