SEV kann missa vatnið

SEV kann missa vatnið
Kunngerðin sum gevur SEV einkarrættin til vatnið fer úr gildi fyrst í oktober
 
24.09.2013 - 11:20

5. oktober fer 50 ára gamla kunngerðin úr gildi, sum gevur SEV heimild at brúka vatnið í Føroyum til orkuframleiðslu.

Men hóast bert nakrir dagar eru til gamla kunngerðin fer úr gildi, so er enn ógreitt, um SEV skal hava sama rættin næstu 50 árini, ella um onnur skulu sleppa at bjóða seg fram at røkja partar av vatnorkuframleiðsluni fyri SEV ella í kapping við SEV.

Ein nýggj kunngerð er í løtuni til viðgerðar hjá Elveitingareftirlitinum. Sambært Elveitingareftirlitinum er tó ivasamt, um nýggja kunngerðin er liðugt viðgjørd 5. oktober. Er hon ikki liðugt viðgjørd, verður 50 ára gamla kunngerðin helst longd.

Johan Dahl, landsstýrismaður vil einki siga um málið, so leingi kunngerðin er til viðgerðar í Elveitingareftirlitinum.

“Áðrenn eg havi fingið teirra tilmæli, kann eg einki siga”, sigur Johan Dahl í stuttari viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831