- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bolero
Bolero 22. mars 2015
22-03-2015
Í dagsins sending verður spældur tónleikur eftir Johann Sebastian Bach. Eyðun á Lakjuni leggur til rættis
Í hesi sendingini hoyra vit tónleik hjá stóra baroktónasmiðinum Johann Sebastian Bach, ið livdi frá 1685 til 1750.
Bolero
Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum.
Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald.
Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.
Skiftandi vertir leggja sendingina til rættis.
Mozart, Schubert og tónleikarir, ið framføra á Endurljóð kamartónleika-festivalinum.
05-05-2024
Í dag varð guðstænastan send úr Miðvágs kirkju. Inga Poulsen Dam, prestur, prædikaði
03-03-2024