- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bolero
Bolero
17-12-2017
Sending við klassiskum tónleiki
Vit hoyra nútímans føroyskan tónleik eftir Teit Lassen, amerikanskan tónleik eftir Nico Muhly, filmstónleik og enda við meira jólaligum tónleik eftir Tchaikovsky og Bach
Bolero
Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum.
Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald.
Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.
Skiftandi vertir leggja sendingina til rættis.
Í dag varð guðstænastan send úr Miðvágs kirkju. Inga Poulsen Dam, prestur, prædikaði
03-03-2024