Breddin

Breddin
13-11-2019
Vit viðgera pensjónsuppskotið hjá samgonguni og lýsa ríkisrættarmálið móti Trump. Nýggjur radari í Føroyum er súmbol frá dønum, sigur søgufrøðingur

Pensjónirnar skulu aftur broytast. Í valstríðnum lovaðu flokkarnir, sum vunnu løgtingsvalið, pensjónistunum fleiri pengar. Og nú skulu vallyftini fremjast í verki. Kjak millum Jørgen Niclasen og Aksel V. Johannessen í útvarpsstovuni í dag.

Føroyskir myndugleikar vistu nógv, tá radararnir vórðu settir upp á Sornfelli í 50'unum , men ikki alt. Tað var heldur ikki alt, ið teir ynsktu at vita. Avmarkað var eisini, hvat skuldi út til almenningin, var valið hjá politikarum, sigur søgufrøðingur, sum hevur granskað í amerikanskum skjalasøvnum um køldu tíðina eftir annan heimsbardaga.

Í dag byrjaðu fyrstu almennu avhoyringarnar í sambandi við ríkisrættarmálið ímóti Donald Trump, forseta. Vit hyggja nærri at, hvat málið snýr seg um, og hvørjar avleiðingar, ið tað kann fáa.

Luttakarar: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Aksel V. Johannessen, formaður í Javnaðarflokkinum, Ruth Vang, limur í fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, Sámal Tróndur Finnnson Johansen, søgufrøðingur.

Gjørt sendingina: Jón Brian Hvidtfeldt, Marjun Dalsgaard og Tróndur H. Olsen

Redaktørur: John Johannessen

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024