- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Alsamt størri trýst verður lagt á føroyingar, um at steðga at samstarva við kinesisku telefyritøkuna Huawei. Amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn heitir nú alment á føroyingar, um at vera varnir. Vit tosa við Rúnar Reistrup, nevnarformann í Hey, og Camillu Nørup Sørensen, serfrøðing á danska verjuakademinum.
Íslendska felagið Samherji er avdúkað í stórari mutursgølu. Samherji eigur stóran part af føroyska felagnum, Framherji, ið er eitt av stóru reiðarínum í Føroyum. Vit tosa við Jacob Vestergaard og Høgna Hoydal, núverandi og fyrrverandi landsstýrismenn í fiskivinnumálum um hetta um møguliga ávirkan á føroyska fiskivinnu.
Kommunurnar eru farnar at kappast um at bjóða frítíðarkort. Men krøv skulu setast til hetta tilboð, heldur ÍSF.
Luttakarar: Cammilla Tenna Nørup Sørensen, lektor í stórveldispolitikki á danska verjuakademinum, Rúnar Reistrup, nevndarformaður í NemaHey, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, løgtingsmaður, Terji Vestergaard, varaborgarstjóri í Runavíkar Komunu, Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF.
Gjørt sendingina: Jón Brian Hvidtfeldt, Marjun Dalsgaard, Tróndur H. Olsen
Redaktørur: John Johannessen