Breddin

Breddin
14-11-2019
Trýst er á Føroyar um samstarvið við Huawei. Eigari í Framherja er avdúkaður fyri mutur. Krøv skulu setast til frítíðarkortini hjá kommunum

Alsamt størri trýst verður lagt á føroyingar, um at steðga at samstarva við kinesisku telefyritøkuna Huawei. Amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn heitir nú alment á føroyingar, um at vera varnir. Vit tosa við Rúnar Reistrup, nevnarformann í Hey, og Camillu Nørup Sørensen, serfrøðing á danska verjuakademinum.

Íslendska felagið Samherji er avdúkað í stórari mutursgølu. Samherji eigur stóran part af føroyska felagnum, Framherji, ið er eitt av stóru reiðarínum í Føroyum. Vit tosa við Jacob Vestergaard og Høgna Hoydal, núverandi og fyrrverandi landsstýrismenn í fiskivinnumálum um hetta um møguliga ávirkan á føroyska fiskivinnu.

Kommunurnar eru farnar at kappast um at bjóða frítíðarkort. Men krøv skulu setast til hetta tilboð, heldur ÍSF.

Luttakarar: Cammilla Tenna Nørup Sørensen, lektor í stórveldispolitikki á danska verjuakademinum, Rúnar Reistrup, nevndarformaður í NemaHey, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, løgtingsmaður, Terji Vestergaard, varaborgarstjóri í Runavíkar Komunu, Petur Mittún, aðalskrivari í  ÍSF.

Gjørt sendingina: Jón Brian Hvidtfeldt, Marjun Dalsgaard, Tróndur H. Olsen

Redaktørur: John Johannessen

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024