Breddin

Breddin
11-12-2019
Málið um Huawei er nú ein spurningur um trygd og ikki handil. Danmark má taka yvir siga danskir politikarar. Vit frætta úr Bretlandi val er í morgin

Danmark má taka yvir, um føroyingar gera eina avtalu við Huawei - tað heldur Søren Espersen, fólkatingslimur fyri Dansk Folkeparti.

Tað kemur als ikki uppá tal, sigur Jóannes Ejdesgaard fyrrverandi løgmaður, sum ikki dugir at síggja tað sjáldsama í, at kinesiski sendiharrin tvinnaði eina komandi handiilsavtalu millum Kina og Føroyar saman við kinesisku fyritøkuni Huawei á fundi við løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Vit tosa við politikarar á veg á fund í Uttanlandsnevndina um evnið og beinleiðis frágreiðing úr London, har Tróndur Olsen er staddur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024