Breddin

Breddin
16-01-2020
Formansval í Starvsmannafelag, munur á føroyingum og útlendingum á gjaldsstøðum og politikkur í Spania

Tað verður formansval á skránni, tá limirnir í Starvsmannafelagnum, Føroya størsta fakfelag, hittast til aðalfund í Smæruni 7. mars. 

Tað er Gunnar Hjelm, ið hevur bjóðað sitandi formanninum Súna Selfoss av. 
 
Gunnar Hjelm er 55 ára gamal og býr í Havn. Hann er varaleiðari á ambulansutænastuni á Landssjúkrahúsinum og hevur fyrr verið álitismaður og felags álitismaður í Danmark.

Súni Selfoss er eisini 55 ára ára gamal og býr í Sørvági. Hann hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2000, tey seinastu 4 árini sum formaður. Súni Selfoss hevur starvast sum útvapsteknikari og savnsvørður í Kringvarpi Føroya.

Við umleið 2.000 limum er Starvsmannafelagið størsta fakfelagið á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Felagið er fakfelagið hjá starvsfólkum, ið starvast hjá almenna Føroyar. 

Felagið hevur sáttmála fyri starvsfólk, sum arbeiða hjá landi, kommunum og interkommunalum felagsskapum. Haraftruat hevur felagið sáttmála fyri starvsfólk í almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele. Sáttmálapartarnir á arbeiðsgevarasíðuni eru ávíkavist Fíggjarmálaráðið (MMR), Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG).

 

Føroyingar skulu ikki gjalda fyri at ganga í haganum, men tað skulu útlendingar. Tað siga bæði landstýrismaðurin, sum umsitur ferðavinnuna og bøndirnir, sum fyrsta dagin koma við eini skipan sum ferðafólk skulu keypa sínar ferðir ígjøgnum. 

Helgi Abrhamsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, var eisini greiður á máli, tá hann var í breddanum í síðstu viku. Føroyingar skulu ikki gjalda, men tað skulu útlendingar. Hvussu tað heilt ítøkiliga skal skipast vildi landsstýrsimaðurin ikki siga nakað um. 

Hvussu vit skilja milum føroyingar og onnur vildi landsstýrismaðurin ikki koma inn á enn - ta finna vit útav, var svarið.

Men nú skal eisini strandferðslan skilja millum føroyingar og onnur

 

Spania fekk fyrst í árinum nýggja stjórn við Pedro Sanchez úr sosialistaflokkinum á odda.

Stjórnakreppa hevur verið í Spania við fýra tjóðartingsvalum síðstu fýra árini.

Í fjør var val tvær ferðir. 

Eftir seinna valið, sum var í november mánaði, eydnaðist tað loksins Pedro Sanchez at skipa stjórn, sum ikki hevur meirilutan ímóti sær. 167 atkvøddu fyri og 165 ímóti honum.

Tað var tó uppá eitt hangandi hár at fleiri ikki atkvøddu ímóti, tí ein av katalonsku loysingarflokkunum atkvøddi blankt.

Í hesum døgum er næst formaðurin úr Katalonska tinginum, Josep Costa, í Føroyum og Breddin fekk orðið á hann í gjár.

Costa er úr einum av stóru loysingarflokkunum í Katalonia, sum tó atkvøddi ímóti Sanchez. Samgongufelagirnir hjá Costa úr Katalonia atkvøddu tó blankt, og tryggjaðu harvið Sanchez sessin sum forsætisráðharri.

 

Sendingina gjørdu Hallur av Rana, Marjun Dalsgaard og Tróndur Olsen. 

Redaktørur var Sólvit Nolsø.

Luttakarar: Súni Selfoss, Gunnar Hjelm, Guðrið Højgaard, Hilmar Eliasen og Josep Costa.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024