- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Skulu útlendingar framhaldandi kunna keypa privata ogn í Føroyum - tað veri seg sethús, íbúðir ella grundstykki? Ber yvirhøvur til at forða fyri? Og hvat siga politikararnir? Vit tosa við advokatin Brand Ellingsgaard; borgarstjóran á Sandi Brand Sandoy; kvívíkingarnar Rúna Gaardlykke og Grækaris Joensen; umframt at vit spyrja fólk á gøtuni, hvat tey halda. Eisini er kjak millum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Heðin Zachariassen úr Fólkaflokkinum.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum biður løgtingið um 152 milliónir krónur afturat til at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Men hóast lítil ivi er um, at pengarnir verða játtaðir, so eru tingfólk ikki álvilig við støðuna, nú samlaða verklagslógina fer uppum 800 milliónir - og fleiri rokningar eru í væntu.Vit lýsa søguna um verklagslógina, og tosa við Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarformann, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum.
Sendingina gjørdu: Marjun Dalsgaard, Anna Poulsen, Sólvit Nolsø
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt