Breddin

Breddin: Mentalønir, Arktis og landsroyndir
26-02-2020

Skipanin við mentarnar- og listastuðli skal endurmetast - harundir mentanarvirðislønir. 

Tað stendur í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað 14. september í fjør. 

Málið er at fáa lýst, um tær stuðulsskipanir, sum landið hevur, virkar eftir ætlan, og um landið fær tað burturúr stuðlinum, sum landið eigur, segði Jensi av Rana við Sosialin í fjør. 

Eftirmetingararbeiðið lista- og mentanarstuðlinum er nú byrjað.

 

Danmark, Føroyar og Grønland hava ikki eitt felags útgangsstøði til samstarvið í Arktis. Tí er tað týdningarmikið, at framtíðar arktiska strategiin virðir, at londini hava ymisk áhugamál og raðfestingar. 

Tað er boðskapurin í eini kjakíkasti, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur skrivað til danska miðilin altinget.dk. 

Kjakíkastið kemur í kjalarvørrinum av, at ferð av álvara er sett á arbeiðið at gera eina felags arktiska strategi fyri allan ríkisfelagsskapin. Hol er sett á arbeiðið í samband við at núverandi strategiin, ið bleiv orðað í 2011, endar í ár.

Fundur verður hildin í Illulisat í Grønlandi um ein mánaða, har politikkarar úr øllum trimum londum koma saman at tosa um nýggja arktiska politikkin. 

Og tað er eitt arbeiðið, ið sambært løgmanni, kemur í tøkum tíma, tí trýstið frá útlendskum stórveldum sum USA, Russland og Kina, á tey arktisku londidi, veksur í heilum. 

 

Eru landsroyndirnar í føroyska fólkaskúlanum nøtkandi og virka tær eftir ætlan? 

Tann spurningin seta vit í dag eftir at danska stjórnin hevur tikið avgerð um at broyta landsroyndirnar í fólkaskúlanum, og royndirnar harumframt verða sjálvbodnar fyri flestu skúlar. Hetta verður gjørt, tí eitt nýskrivað tilmæli sigur, at verandi landsroyndir ikki gevur eina rættvísandi mynd av veruliga støðinum hjá næmingunum.

Landsroyndirnar í Føroyum eru nakað ørvísi skipaðar enn í Danmark.

Næmingarnir í Føroyum eru einans til landsroynd tvær ferðir í skúlagongdini, í 4. og 6. flokki. Harafturímóti eru næmingarnir í donsku fólkaskúlunum til landsroynd tíggju ferðir í teirra tíðarskeiðið í fólkaskúlunum.

Men eru royndirnar viðkomandi, hvat verður kannað og hvat verður úrslitið brúkt til?

 

Luttakarar: Jenis av Rana, Hansina Iversen, Kinna Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Bárður á Steig Nielsen, Jónleif Johannesen, Jacob Eli S. Olsen og Eyðun Gaard.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024