- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Hvussu skal endalig søla av fiskiveiðiloyvum skattast?
Spurningurin hevur hingið í luftini, síðani nýggja fiskivinnulógin varð samtykt beint áðrenn nýggjár.
Avtalað varð í samgonguni, at fram til 31. mars í ár er ikki loyvi at endaliga selja veiðiloyvir, ímeðan ein leiðstur verður funnin til hvussu sølan av veiðuloyvum skal skattast. Tí skattast skal hon - og haraftrat hart, hevur løgmaður sagt
Tað er trupult at fáa starvsfólk til at veru um tey eldru og veiku í samfelagnum. Stórt trot er nevniliga á starvsfólkum innan heilsu- og umsorganartænastuna.
Tað merkist millum annað í Almannaverkinum. Við útvarpstíðindini fyrradagin segði Evard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at meira enn helvtin av lýsingunum hjá Almannaverkinum eftir fólki eru úrslitaleysar og ónøktandi.
Og í løgtinginum liggur eisini eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi, um at skipa so fyri, at fleiri fólk verða útbúgvið røktarstarvsfólk. Og loysnin er sambært flokkinum, at taka fleiri persónar inn í útbúgvingarskipanina
Tað er eitt sjónarmið, ið Tjóðveldi ikki er einsamalt um, men vísti Edvard Heen eisini á hetta sum ein part av loysnini fyri at fáa fleiri starvsfólk til økið.
Og gongd er á málinum, tí í útvarpstíðindunum í gjár upplýsti Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetur FØroya, at ætlani er at gera broytingar í sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini, so at talið av lesandi framyvir verður tvífalda.
Spurningur kann kortini reisast við, um trupulleikin verður loystur við einasn at taka fleiri lesandi inn á útbúgvingarnar.
Tí í samrøðu við Norðlýsið í januar vísti Jórun Petersen, stjóri á Heilsuskúlanum á, at trupulleikin er meira samansettur enn bara at útbúgva fleiri fólk. Hon sigur tað er ein sannroynd at fleiri av teimum útbúnu heilsuhjálpara- og røktarunum skifta lívsleið til heilt annað yrki, antin beinaveg ella sum tíðin líður.
Júst hvat orsøkin er til hetta, kann hon ikki siga, men vísir á, at eitt rættiliga stórt fráfall av útbúnum heilsuhjálparum og heilsurøktarum er ein av orsøkunum til manglandi starvfólk.
Og sambært Edvardi Heen er eisini neyðugt at hyggja eftir øðrum viðurskiftum
Nato er heiladeytt!
So bersøgin var franski forsetin Macron í bretska tíðarritinum The Economist ein mánað áðrenn Nato skuldi hátíðarhalda sín 70 ára føðingardag í december í fjørð.
Men hvat liggur aftanfyri orðini hjá franska forsetanum og hvat merkir tað fyri Evropa og ES, at Nato kann vera á veg at gerast innantómt?
Á árligu trygdarráðstevnuni í Munchen 15 februar í ár greiddi franski forsetin, Emmanuel Macron nærri frá síni áskoðan um eitt Evropa, sum má ganga sínar egnu leiðir tí vesturheimurin er viknaður. Vesturlendsku virðini eru ikki longur tey somu, og populistiska rákið er við at kvæla versturlendska projekti við humanismu og fólkaræði í miðdeplinum
- Fyri 15 árum síðani hildu vit at vesturlendsku virðini vóru universel og at tey fóru at vera galdandi um allan heim - men soleiðis er tað ikki í dag - nýggj virðir seta dagsordanina í versturheiminum, og Evropa má egna egnar leiðir, segði Macron millum annað í samrøðu á trygdarráðstevnuni í Munchen.
Sambært danska rithøvundanum Peter Wivel, fyrrverandi blaðstjóra á Weekendavisen, Berlingske og Informatión fella orðini hjá Macron um eitt deytt Nato, tí ivi kann sáast um áhugan hjá USA fyri tí sokalla musketerlyftinum, grein 5. sum merkir, at verður eitt Nato land álopið skal tað síggjast sum eitt álop á øll Natolond. Tí má Evropa hava sína egnu verju og sín egnu ætlan fyri framtíðina, sigur franski forsetin.
Luttakarar: John Rajani, Jóhan Dahl, Kristian Martin Petersen, Mary Antonsdóttir, Óluva í Gong, Rakul í Gerðinum og Peter Wivel.