Breddin

Breddin
02-06-2020
Hjálparpakki, rasuófriður og heimildir

Myndugleikarnir vilja áleggja nær dansi- og skeinkistøð skulu steingja. Hetta fyri at tryggja, at Koronasmittan ikki fer at gera um seg aftur í føroyska samfelagnum.

Avgerðin at útvega hesa heimild kemur aftaná, at fleiri dansi- og skeinkistøð hava havt longri opið enn landsstýrið hevur mælt til.

Harvið fer landsstýrið frá leistinum við at hava álit á føroyingar til at brúka tvang.

Black lives matter
Rasuófriður herjar enn einaferð í USA, aftaná at ein hvítur løgreglumaður í farnu viku drap afro-amerikanska George Floyd.Tá eitt sjónband av handtøkuni endaði úti á netinum elvdi tað til stórar mótmælisgongur og ófrið yvir alt USA.

Men hvat er orsøkin til, at rasuófriður ferð eftir ferð kyknar í amerikanska samfelagnum. Vit tosa millum annað við Jørn Brøndal, professara í amerikanskum viðurskiftum og leiðari fyri Amerikanske studier í Syddansk Universitet.

Hjálparpakki III
Endiliga fekk ferðavinnan kunning um tann triðja hjálparpakkan, ið skal hjálpa hart raktu vinnuni burtur úr Korona-kreppuni.

Men er hann nokk ella skal vinnan hava meira?

Í útvarpsstovuni at kjakast um málið vóru Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Luttakarar: Bárður á Steig Nielsen, Absalon Áargarð, Sigfríður á Plógv, Jørn Brøndal, Regin Winther Poulsen, Høgni Hoydal, Ruth Vang, Christian Andreasen og Birita Biskopstø.

Gjørt sendingina hava Kaj Joensen, Hallur av Rana og Elin Mirjamsdóttir.

Redaktørur var Hallur av Rana

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024