- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Amnesty skipaði í dag fyri ráðstevnu um evnið, tí tey halda, at viðurskiftini eru út av lagi vánalig.
Tøl eru ikki fyri tí, men ábendingar eru um, at fólk, sum sita í varðhaldi, ofta sita avbyrgd í langa tíð. Hetta er nakað, sum er ræðuligt, heldur Amnesty. Hesum er fongsulspresturin, Sverri Steinhólm, samdur í. fongsulsprestur í Føroyum, Katrin á Nesytabø, forkvinna í Amnesty International í Føroyum, Peter Scharff Smith, professari á Lærda Háskúlanum í Oslo og Michael Boolsen, fúti, umrøða hesi viðurskifti í Breddanum í dag.
Seinni er politiskt kjak millum Rósu Samuelsen, limi eftirlitsnevndini fyri varðhaldsfongslaðum, Djóni Nolsøe Joensen, limi eftirlitsnevndini fyri varðhaldsfongslaðum, og Christian Andreasen, formanni í rættarnevndini hjá Løgtinginum.
Luttakarar: Sverri Steinhólm, fongsulsprestur, Magni Højgaard, Megna Títt Lív, Katrin á Nesytabø, forkvinna í Amnesty International í Føroyum, Peter Scharff Smith, professari á Lærda Háskúlanum í Oslo og Michael Boolsen, fúti. Rósu Samuelsen, eftirlitsnevndin fyri varðhaldsfongslaðum, Djóni Nolsøe Joensen, eftirlitsnevndin fyri varðhaldsfongslaðum, og Christian Andreasen, formaður í rættarnevndini hjá Løgtinginum.
Gjørt sendingina: Marjun Dalsgaard, Hallur av Rana, John Johannessen
Teknikari: Kári Annad Berg
Redaktørur: John Johannessen