Breddin

Breddin
20-01-2021
Forsetaskifti í USA

Joe Bide varð í dag svorðin í eið, sum forseti í USA, og tekur við eftir Donald Trump, sum hevur verið forseti síðstu fýra árini.
Vit hyggja eftir nøkrum av politisku avrikunum hjá fráfarandi forsetanum og hvat stendir eftir honum nú fýra ár við Trump eru komin at enda.
Eisini fara vit at kaga fram í tíðina, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman hjá nýggja forsetanum Joe Biden.
Vit hoyra frá Tóra Højgaard, løgfrøðingi og sum fylgir væl við amerikanskum viðurskiftum Heina í Skorini, Ph.D í altjóða viðurskiftum, Sigmundi Isfeld, føroyskur sendimaður í Kina, Martin Breum tíðindamaður og rithøvundur við serligum áhuga fyri arktisum viðurskiftum, og Regin Winther Poulsen, tíðindamaður í Washington.

 

Sendingina gjørdu Heini Gaard og Uni Leistisstein Hansen

Tróndur Olsen var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024