Breddin

Breddin
26-01-2021
Barsil fyri ávís samkynd, tunlar norður um Fjall í eygsjón og avgerðir um hernaðarradara á Sornfelli

So hendi tað loksins - tunlarnir norður um Fjall skulu gerast. Men hvat merkir tað fyri fólkið, sum býr á staðnum og sum hava bíðað í fleiri ár eftir nýggjum farleiðum? Vit lodda dýpið.

Danir vilja byggja radara í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur nú fingið eina skrivliga frágreiðing frá dønum, sum útleggur ætlaninar. Hvat skulu danir avgera, hvat skulu føroyingar og í hvønn mun eigur løgtingið at verða tikið við upp á ráð. Limir í uttanlandsnevndini kjakast um ætlaninar.

Eitt andstøðuuppskot um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini hóttir samgonguna. Men hóast uppskotið verður samtykt. so verður valla talan um veruliga javnsetan. Sambært fakmyndugleikanum á økinum, gevur uppskotið einans nøkrum fáum samkyndum kvinnum møguleika at fara í barsilsfarloyvi.

Breddan í dag gjørdu: Sólvit E. Nolsø og Hallur av Rana.
Redaktørur: John Johannessen
Teknikari: Kári Annand Berg

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024