Breddin

Breddin
02-03-2021
Negativ renta, HM í Katar og húsasølur eru evnini hesaferð

Í fíggjarheiminum siga tey, at vit skulu venja okkum við at rinda negativa rentu, um vit hava ov nógvar pengar í bankanum.

Í november næsta ár verður HM í Katar.

Undir fyrireikingunum eru higartil 6.500 arbeiðsfólk deyð.

Føroyar skulu skjótt spæla undankapping til HM-kappingina.

Eiga vit at tala?

Og vit hyggja eisini nærri at keyp og sølu av sethúsum.

Tí løgfrøðingur sigur, at tað er ikki loyvt vinnuligum sethúsaseljarum fyrst at seta hús til sølu fyri fastan útboðsprís, og síðan fara yvir til at selja húsini á uppboðssølu til hægstbjóðandi.

Luttakarar: Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur, Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, Turið Arge, rakstrarstjóri í Bank Nordik, Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, Tróndur Arge, ítróttajournalistur, Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroyar, Christian Andreasen, forseti í FSF, Turið Debes Hentze, løgfrøðingur, Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.

Arnfríð Joensen Dahl, Hallur av Rana og Uni Holm Johannesen gjørdu sendingina.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur nú vart í góðar tvær vikur, og á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall
28-05-2024
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.
24-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum
23-05-2024
Fríggjadagin varð atkvøðugreiðslan av elveitingarlógini ikki avgreidd, tí andstøðutingfólkini rýmdu út, tá atkvøðast skuldi
21-05-2024
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
17-05-2024
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024