- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Í Føroyum hava vit eina neyðtøkulóggávu - men sambært Amnesty í Føroyum, burdi hendan lógin verði broytt til eina lóggávu, sum er grundað á samtykki. Katrin Dam á Neystabø, forkvinna í Amnesty í Føroyum, og Kristina Samuelsen, advokatur, greiða frá hvat ein samtykkilóggáva er og hví verandi lóggáva í Føroyum ikki er nøktandi. Síðani skifta Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi orð um, hvat er rættast at gera.
Tann fyrra av tveimum sonevndum screening-lógum varð endaliga samtykt í Fólkatinginum ídag. Hon snýr seg um kritiskan infrastruktur í samfelagnum, sum útlendingar ikki skulu kunna keypa, uttan víðari. Vit taka samanum málið og tosa við Orla Hav, framsøgumann hjá Sosialdemokratiska flokkinum í hesum máli. Næsta stigið er at fáa líknandi lóggávur at galda - eisini fyri Føroyar og Grønland. Men hvussu skal tað gerast? Tað spyrja vit Bárð Nielsen, løgmann, og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi.
Lagt til rættis: Arnfríð Joensen Dahl, Krista Johnsdóttir Kreutzmann, Kaj Joensen og Jón Brian Hvidtfeldt
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt