Breddin

Evropa - upploysn ella nýggj byrjan
05-04-2017
Trý fólk reflektera um støðuna í Evropa, ung í Íslandi og Føroyum og álitið á ávísar starvsbólkar

Evropa minkar. Bretland fer úr, og tað er ein av teimum stóru heimspolitisku rembingunum í okkara tíð. Er Evropa í upploysn. Og hvat við teimum friðar-, trygdar og frælsistankum, sum ES hevur staðið fyri. Stendur alt hetta fyri hóttafalli, ella er hetta bara byrjanin til eina nýggja javnvág.

Ung í Íslandi eru fyrimyndarlig, tey drekka og roykja minni enn í øðrum londum. Íslendingar hava gjørt nógv øðrvísi, og millum annað verður noktað ungum at vera úti eftir klokkan 22. Er hetta ein gongd leið í Føroyum. Og er okkara ungdómur ikki á einari heilt góðari leið, sum er.

Vit hava størst álit á sjúkrarøktarfrøðingum, men vit hava einki álit á politikarum. Og tað stendur lítið frægari til við journalistum. Tað vísa í øllum førum kanningar í okkara grannalondum. Hvussu er í Føroyum. Hví hava vit álit á summum starvsbólkum og ikki øðrum.

Eydna Skaale, retorikari, Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, kjakast og reflektera um støðuna í Evropa, Íslandi og Føroyum.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024