Breddin

Fiskivinnan, stjórnarskipan og dokkin á Skála
31-05-2017
Breddin borðreiðir við trimum aktuellum evnum, sum hava sett dagsskránna

Hesa ferð reflektera Georg L. Petersen, Helgi Rasmussen og Gestur Hovgaard um nøkur evni, sum hava verið á breddanum. Vit viðgera umstríddu fiskivinnunýskipanina, sum fekk skipini at seta kósina móti høvuðsstaðnum fyri at mótmæla tær broytingar, sum eru í væntu. Hvussu ber tað til, at reiðarar, skiparar og fiskimenn standa saman á barrikadunum móti nýskipanini. Er talan um ein varisliga tillaging ella kollvelting. Og hví er so trupult at gera breiðar semjur um so týdningarmikil mál. Nú Fólkatingið viðgjørdi ríkisfelagsskapin spyrja vit eisini, um vit eru klár til at fara á fólkaatkvøðu um eina nýggja stjórnarskipan um níggju mánaðir. Og at enda fara vit inn á Skála, har ætlanir eru um at byggja eina stóra høll oman á dokkina; er talan um eitt skrímsl ella eitt prýði, sum skapar tiltrongd arbeiðspláss í einari lítlari bygd.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024