- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Niels Petersen av Tvøroyri er kendur sum ein sera eldhugaður frásøgumaður innan fótbólt og annan ítrótt. Venjarafelag Føroya kjósaði hann sum Ársins eldsál í fótbólti í 2012.
Niels er útbúgvin framleiðslutøkningur og lesur í løtuni námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, har hann byrjar á 3. ári aftaná summarferiuna. Niels starvast eisini sum hjálparfólk í barnagarðinum, frítíðarskúlanum og ungdómsklubbanum í Kollafirði.
Í mars 2022 fekk Niels eina Gastric Bypass skurðviðgerð í Danmark, og síðan tá hevur hann tapt seg 55 kilo.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Niels millum annað frá síni bakgrund og uppvøkstrinum á Sevmýru á Tvøroyri. Eisini verður prátað um tíðina á Nørrona eftirskúlanum í Hygum í Danmark, sum varð eitt vendipunkt í lívi hansara.
Eyðfinn Jensen er vertur.