Brunsj

Brunsj við Mariann Mikkelsen
03-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum

Mariann Mikkelsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast á Oyra, nøs og háls deildini á Landsjúkrahúsinum. Hon hevur áður starvast sum sjúkrarøktari í Grønlandi, í Danmark og á boriplatformi í off-shore vinnuni.  

Mariann hevur ferðast víða og uppliva nógv í sínum 51 ára langa lívi. Hon hevur verið skiftisnæmingur í USA, gingið á málskúla og ferðast runt í Guatamala, siglt við seglbáti frá Puerto Rico til Thyberøn í Danmark, siglt við sluppunga av Sandi til Svalbard, og við seglbáti runt á Miðjarahavinum. 

Mariann er útbúgvin heimaskipari og hevur dykkaraprógv. Hon hevur eisini ferðast og dykkað nógva staðni í heiminum. 

Mariann bleiv góðkend til ætlleiðing sum støk, tá hon var 39 ára gomul. Í tíggju ár stóð hon á bíðilista, men fyri tveimum árum síðan eydnaðist tað henni at blíva mamma til nú fýra ára gomlu dóttrina Akanshu Sofíu, sum er fødd í India. 

Eyðfinn Jensen er vertur. 

 

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022