Brunsj

Ingi Hansen er gestur í Brunsj
01-12-2015
Ingi Hansen hevur givið út sangbók við trimum fløgum við heitinum, "Kom við til spæliland". Útgávan er ætla børnum í aldrinum eitt til nýggju ár.

Ingi greiðir millum annað frá, hví hann fór undir hesa rúgvusmiklu verkætlan og frá teimum tonkum, ið liggja aftanfyri útgávuna. 

Børn menna seg kropsliga við at íðka ítrótt, men Ítróttur snýr seg ofta um kapping og um at vinna. Tá detta altíð nøkur børn ímillum, og fáa hesi tí ikki altíð ta neyðugu motoriska stimbranina, sum børn helst skulu fáa. "Kom við til spæliland" snýr seg tí um spæl, tónleik og rørslur á ein hátt, har øll børn kunnu vera við.

Umframt sangtekstir og myndir, inniheldur bókin eisini nótar og akkordir. Á fløgunum kann ein velja, um ein vil hoyra onnur syngja sangirnar, ella sjálvur syngja karaoke. Eisini er ein fløga við søgum, ið eru um høvuðspersónarnar í sangunum.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022