Brunsj

Brunsj við Ómar Sigurbergsson
10-06-2016
Ómar Sigurbergsson er uppvaksin í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, men hevur búð í Føroyum saman við unnustu síni, Sif Gunnarsdóttir, í skjótt fýra ár

Í Brunsj greiðir Ómar millum annað frá uppvøkstrinum í Vestmannaoyggjunum og frá eldgosinum í 1973, ið hevði við sær, at øll familjan mátti flyta til Reykjavíkar eftir einari nátt.

Sum tjúgu ára gamal flutti Ómar til Keypmannahavnar at lesa til innandura arkitekt, og tað hevur verið hansara yrkisleið líka síðani.

Tað var eisini í Danmark, at Ómar lærdi at spæla badminton, og í dag spælir hann við Havnar Badmintonfelag, og er venjari hjá teimum heilt ungu spælarunum í felagnum.

Í januar 2013 flutti Ómar Sigurbergsson til Føroyar saman við unnustu síni, Sif Gunnarsdóttir, ið tá tók við starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Tey bæði hava trivist sera væl í Føroyum og tí eisini avgjørt at búgva her í minst fýra ár afturat.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022