- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Í Brunsj greiðir Ómar millum annað frá uppvøkstrinum í Vestmannaoyggjunum og frá eldgosinum í 1973, ið hevði við sær, at øll familjan mátti flyta til Reykjavíkar eftir einari nátt.
Sum tjúgu ára gamal flutti Ómar til Keypmannahavnar at lesa til innandura arkitekt, og tað hevur verið hansara yrkisleið líka síðani.
Tað var eisini í Danmark, at Ómar lærdi at spæla badminton, og í dag spælir hann við Havnar Badmintonfelag, og er venjari hjá teimum heilt ungu spælarunum í felagnum.
Í januar 2013 flutti Ómar Sigurbergsson til Føroyar saman við unnustu síni, Sif Gunnarsdóttir, ið tá tók við starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Tey bæði hava trivist sera væl í Føroyum og tí eisini avgjørt at búgva her í minst fýra ár afturat.