- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo

Credo: Fangaði í frumskóginum
22-03-2026
Gíslar hjá yvirgangsbólki.
Gracia og Martin Burnham arbeiddu fyri New Tribes mission á Filipsoyggjunum við teirra trimu børnum. Brádliga vóru tey við øðrum tikin gíslar í langa tíð. Hesir dagar gav teimum innlit í, hvørji tey vóru og hvussu broyttar vandamiklar umstøður kunnu skaka.
Endin av gíslatøkini var, at Martin varð skotin. Gracia hevur ferðast runt og sagt frá søguni og hevur eisini verið í Føroyum.
Meta av Fløtum hevur týtt bókina "Í nærveru fígginda mína", sum Gracia hevur skrivað.

Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
"Hetta er strævið, men eg royni at hjálpa, har eg kann".
07-09-2025
"Eg vil sleppa at vera hjá míni konu og børnunum".
31-08-2025
Hava vit øll eins virði, bara tí vit eru menniskju ?
29-09-2024











