Credo

Credo: "Eg trúgvi á Guð, skapara himins og jarðar"
10-04-2016
Hava allir átrúnaðir ein og sama Guð? Í sendingini tosa vit við mann, ið er virkin í Bahai-rørsluni, sum hevur uppruna í Iran

Ole Helbo er limur í Bahai-rørsluni. Hann sigur, at gud í øllum átrúnaðum er eini og sami Guð. Bahai arbeiðir fyri friði og einleika millum øll fólk og hevur eittans boð, sum sigur, at tú ikki má baktala eitt menniskja. Bahai-rørslan stavar úr Iran.

Stafettina hevur Jørmund Foldbo, ið er uppvaksin á Toftum og býr í Leirvík. Hann starvast í Norðoya Sparikassa, er giftur og eigur dóttir og ein son, sum hevur autismu.

Hann hevur verið formaður í Autismufelagnum og hevur eisini verið virkin í skótarørsluni og í kirkjuligum arbeiði.

Jørmund hvílir í kristnu trúnni og sigur seg vera í tryggum hondum. At Guð, sum gjørdi alt fyri menniskjað, tá Hann sendi Sonin í heimin, Hann veit eisini ráð at hjálpa menniskjanum í dag.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Sendingin snýr seg um røktarstarvsfólk, ið ganga illa um eldri fólk, sum krevja umsorgan
03-04-2022
Hví eri eg til ?
27-03-2022
Prædikumaður og íverkseti.
20-03-2022
Ein ferðandi prædikumaður.
13-03-2022
Umráðandi at liva í sátt og semju.
06-03-2022
Ein heilabløðing broytti alt lívið.
13-02-2022
Tá teir vóru breyðleysir, fóru teir at læna pening út.
06-02-2022
Lívið er fult av ókomnum døgum.
30-01-2022
"Við gravir sum tína, má hugtakið eingil vera føtt".
23-01-2022
"Vit kunnu øll gera eitt sindur".
16-01-2022
"Tað er nú eitt lív áðrenn og eitt aftaná".
09-01-2022
"Í hesi sælu jólatíð".
19-12-2021