- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: "Hví, Guð, hví?"
22-05-2016
Samrøða við eina kvinnu, hvørs lív broyttist eftir eina ferðsluvanlukku tá ein smádrongur doyði
Sunvá Colbjørnsen Kass var fyri nógvum árum síðan í eini ferðsluvanlukku, har ein smádrongur doyði. Bæði barnið og hon høvdu onga skyld í tí, sum hendi.
Lívið hjá Sunvá broyttist púrasta. Í eitt splittsekund var alt broytt. Sunnvá varð illa fyri, fekk skuldarkenslu og marrukendar dreymar.
Árini eru liðin, men hvussu hevur Sunvá tað í dag? Er hin komin til sættis við tað, sum hendi? Hon sigur, at í fleiri ár var støðan 1-0 til Guð, men í dag er støðan 1-1.
Men tá hennara ár eru av, vónar hon at fáa eina frágreiðing frá Guði um, hví hetta hendi.
Fyrra sendingin kann hoyrast her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/05/13/eingin-kennir-mein-annans-bein
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
"Vit eru kedd um tað, sum vit hava mist, men glað um tað, sum vit hava".
17-09-2023
"Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu"
14-05-2023