- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: Gylta reglan
18-09-2016
Døm ikki tín næsta, fyrr enn tú sjálvur ert í somu støðu, sigur jødiskt orðafelli
Etikkur og moralur í heilsuverkinum
Anne Lindhardt er serlækni í psykiatri og forkvinna í danska Psykiatrifonden, greiðir frá hesum í sendingini. Psykiatrifonden vil varpa ljós á sálarligar sjúkur og vil broyta hugsunnarháttin um sálarligar sjúkur úti í samfelagnum. Hon sigur frá etikki og morali í heilsuverkinum.
Hajj
Muslimar halda í hesum døgum Hajj "pílagrímsferðina". Greitt verður frá hesum í sendingini.
Hví benkur og ikki stólar?
Í sendingin verður eisini svarað, hví benkur eru í kirkjum og ikki stólar.
Gylta reglan
Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur frá "gyltu regluni", sum stendur skrivað í Matteus evangelisti kap. 7, ørindi 12.
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
"Vit eru kedd um tað, sum vit hava mist, men glað um tað, sum vit hava".
17-09-2023
"Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu"
14-05-2023