Credo

Credo: »Hon sá ein eingil«
16-10-2016
Vit hava øll ein verndareingil, sigur Ulla Bærentsen, ið sá ein eingil, tá hon sum smágenta kom í trongstøðu

Vanliga plaga vit at siga, at veruleikin er so, sum vit síggja hann. Alt, sum kann vigast og mátast, er til.

Men nøkur menniskju eru, sum "síggja, hoyra og sansa" slíkt, sum vit siga vera øðrvísi og vera nakað, sum hoyrir til "millum himmal og jørð."

Ulla Bærentsen sá ein eingil, tá hon var smágenta. Seinni í lívinum hevur hon havt upplivingar, ið sannføra hana, at Guð er til og til ber at koma í samband við Hann.

Men Ulla og onnur av húsfólkunum hava eisini havt aðrar upplivingar - handtøk, sum fara niður, men ongin kemur innar og klaver, sum fara at spæla, men har er ongin, sum spælir.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur frá líknilsinum um "mannin, sum fann ein dýrgrip og fór og keypti lendið."

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
"Vit síggjast aftur á tí paradisisku jørðini".
01-10-2023
Fer vitlíki at skúgva meenniskjað til viks?
24-09-2023
"Vit eru kedd um tað, sum vit hava mist, men glað um tað, sum vit hava".
17-09-2023
"Hon gjørdi tað, sum hon kundi".
28-05-2023
Duld eru døpur mein
19-03-2023
"Eg veit, at loysnari mín livir"
21-05-2023
"Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu"
14-05-2023
Tá alt er farið, er bara bønin eftir.
30-04-2023
Hvat er og ger ein fongsulsprestur ?
16-04-2023
"Boðar tú til allar tjóðir"
06-04-2023
Svárt at missa mammu sína.
26-03-2023
"Boðar tú til allar tjóðir".
07-04-2023