- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Pálsmessa var 25. januar Dagurin verður hildin til minnis um dagin, tá Paulus varð umvendur.
Á Pálsmessu koma súla og lunda til landi. Noomi Gregersen er mýlislívfrøðingur og starvast í dag sum granskari á Ílegusavninum í Havn.
Eisini hevur hon skrivað ph.d ritgerð um panikkangist. Hon er gift og mamma trimum dreingjum.
Hon var íðin rennari, men hevði í longri tíð havt ilt í mjødnini. Fyri trimum árum síðani fór hon til lækna og kanning staðfesti at hon hevði krabbamein og at beinið skuldi takast.
Men endaliga niðurstøðan varð so, at hon skuldi fáa nýggja mjødn og skal ganga til kanningar restina av lívinum.
Í hesi sváru tíð hevði hon sera nógv góð fólk rundanum seg, sum vísti henni nógvan kærleika og umsorgan.
Og vísindakvinnan, sum kennir og dugir at lesa lívsins byggisteinar, hevur eisini fult álit á Harranum, sum hon kennir, ber við henni.